Stutt eftir klokkan 9 verða fyrstu krossarnir settir í valstøðunum kring landið. Tá verður nevniliga latið upp fyri veljarum til fólkatingsvalið.
Til fólkatingsvalið 24. mars 2026 eru valstøðini opin frá klokkan 9 til klokkan 20 ella so leingi veljarar møta, uttan at steðgur kemur í.
38.945 valkort eru gjørd í Føroyum. Síðani koma nøkur fá afturat, sum eru lesandi uttanfyri kongaríkið og sum hava søkt um at velja. Føroysk lesandi í Danmark sleppa ikki at velja føroysk fólkatingsumboð men kunnu velja í Danmark.
Portalurin og FM1 gera nógv burturúr: FM1 sendir millum klokkan 10 og 17 við nógvum beinleiðis valtilfari og føroyskum tónleiki. Portalurin tekur pulsin allan dagin, við myndum, teksti og reaktónum. Vit fylgja sjálvandi valúrslitinum á mál í annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald