Tað bleiv trýst huglag eina løtu í sjónvarpskjakinum "Tinggáttini", sum Kringvarpið hevur í kvøld, har Sjúrður Skaale og verturin Høgni í Jákupsstovu endaðu í heitum orðadrátti.
- Kringvarp Føroya hevur í dag framt ein órætt móti mær og móti Javnaðarflokkinum, sum eg fari at loyva mær at adressera. Tit hava pumpað upp eina kanning, sum hevur gjørt, at ein rúgva av fólki hevur vent sær til mín og siga, at tey stemma ikki uppá meg allíkavæl. Tí Kringvarpið sigur, at tú er valdur, segði Sjúrður Skaale.
Hann vísti á, at kanningin vil vera við, at millum 82 og 94 prosent av føroyingum fara á val í morgin, og segði at hetta er millum 10 og 30 prosent viðsíðurnar av tí um er vanligt. Tí eru øll hini tølini í kanningini eisini skeiv, vildi Sjúrður Skaale vera við.
- Tit koma við hesum fimm minuttir í deadline. Man hevur slitið, drigið og dragsað fyri at fáa úrslit til høgan og lágan í bygd og bý, og so hevur man ført valstríð í ein mánað sum er ganska sobert, og so kemur Kringvarpið við einum "wrecking ball" og knúsir alt niður, segði Sjúrður Skaale.
- Eg skilji at tú ert frustreraður, men hetta er hvørki rætta stað ella tíðspunkt at taka hesa diskusjónina við okkum. Meðan Sjúrður øsir seg lidnan so fara vit eina seinastu rundu fyri at lukka av, segði verturin.
Í meðan helt Sjúrður fram at øsa seg aftanfyri til verturin Høgni í Jákupsstovu lyfti røddina.
- Sjúrður Skaale, tú hevur fingið boðskapin út, og nú steðgar tú. Nú steðgar tú. Nú steðgar tú!
Sipað verður til veljarakanningina, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og FM1 í gjár, og sum bleiv kunngjørd í dag. Har stendur Javnaðarflokkurin til at vinna fólkatingsvalið stórt og fær 40 prosent av atkvøðunum. Hin fólkatingssessurin fer til Sambandsflokkin, sum stendur at fáa 24,5 prosent av atkvøðunum.
Veljarakanningin sæst niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald