Innanlands

Heilsan til Henrik Hammer

Tað er við sorgblídni, at eg siti á skiparakamarinum umborð á Norrönu og skrivi nøkur orð um teg, vinurin

2018-09-07 19:25 Author image
Minningarorð
placeholder

Vit møttust í februar 2012, tá vit báðir blivu starvsfelagar umborð á Norrönu. Vit vóru saman umborð ta fyrstu tíðina, tá tú skuldi læra meg skipið, havnirnar og ikki minst siglingina at kenna, soleiðis at vit kundu avloysa hvønn annan umborð á flaggskipinum, Norrönu.

Tað var ikki hissini uppgáva, eg hevði sagt ja til, og ikki at tala um stødd av skóm, sum eg skuldi traðka í fyri bara so nøkulunda at klára at koma uppá hálvan skógv hjá tær. Eg kundi ugga meg við, at sjálvt um uppgávan var stór, so hevði eg fingið tann besta lærumeistaran, ið til var.

Tá lærutíðin var av, og eg sjálvur stóð við ábyrgdini, var tú altíð klárur við góðum ráðum og deildi nógv út av tíni vitan og royndum. Tú fylgdi væl við, hvussu siglt bleiv. Tá tú hevði frítúr, kom tú javnan oman á bryggjuna, tá vit løgdu at. Vit gjørdust bestu starvsfelagar og góðir vinmenn, ið hildu nógv av hvørjum øðrum.

Smyril Line stóð hjarta tínum nær. Felagið, ið pápi tín saman við øðrum legði grundarstein undir, gjørdist títt arbeiðspláss í 35 ár. Síðstu mongu árini sum skipari. Hetta var eitt starv, ið tú gekk høgt uppí, og fyri mong er tú allarhelst ein ímynd av Norrönu. Tað, ið serliga eyðkendi teg, var, at tú var ein fólkakærur skipari. Tú fylgdi sera væl við, hvørji ferðafólk vóru umborð, og tað sást týðiliga, at ferðafólkini høvdu stórt álit á tær og bóru tær alsk. Serliga vil eg leggja dent á, hvussu avbera væl tú dugdi at vera vertur fyri ferðafólkini umborð. Tær dámdi væl at bjóða ferðafólki, tú kendi, og ferðafólki, ið høvdu týdning fyri felagið, á matstovu og upp á brúnna. Altíð fryntligur, í góðum lag og hevði lætt til látur.

Tú vart maðurin, sum meistraði Norrönu. Tínar eyðkendu kviku og flottu manøvrur. Tín vitan um veður og sigling á norðuratlantsleiðini, serliga á vetrartíð, var framúr góð. Við øllum tí, tú tókst við, var tú nærlagdur. Tú vart ongantíð ráðaleysur, men hevði altíð eina ætlan, og fylgdi altíð sera væl við í øllum, ið hendi umborð.

Nú tú ikki ert ímillum okkum longur, siti eg eftir við stórum sakni og sorg um, at tú er farin. Tankin um, at vit ikki longur skulu loysa hvønn annan av, er fjarur - um enn veruleiki. Eg eri glaður fyri tíðina, vit fingu saman. Tú verður nógv saknaður og ongantíð gloymdur, góði Henrik.

Eg vil bera mína djúpastu samkenslu, til øllum tykkum, ið stóðu Henrik næst, hansara alt ov stutta skeið ímillum okkum. 

Takk fyri alt, mín góði vinur.

Petur

Sí eisini: Sigldu yndisleiðina hjá farna skiparanum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder