Innanlands

Ákært fyri at selja brennivín til barr í Havn

Føroya Bjór noktar seg sekt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2026-04-15 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Føroya Bjór skal í rættin fríggjadagin, tá Føroya rættur fer at viðgera mál um, at selja brennivín ólógliga.

Bryggjaríið er ákært fyri at selja eigara og starvsfólki í Essabarr í Havn brennivín. Sambært ákæruritinum, sum Kringvarpið hevur figið innlit í, skuldi tað skeinkjast í Essabarr.

Føroya Bjór noktar seg sekt.

Føroya Bjór fekk í 2023 loyvi at selja vitjandi á bryggjarínum rúsdrekka, men at selja til skeinking.

Hvussu nógv er selt ólógliga, stendur ikki nevnt í ákæruritinum.

Ákæruvaldið krevur sekt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder