Innanlands

Nú er koyrandi aftur gjøgnum Eysturoyartunnilin

Eitt óhapp er hent í tunnlinum. Ferðslan varð leidd gjøgnum Sundalagið eitt skifti

2026-04-15 16:07 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

(Kl. 16.35 boðaði tunnilsfelagið á heimasíðu síni frá, at tað aftur er koyrandi gjøgnum Eysturoyartunnilin)

Ongin ferðsla er gjøgnum Eysturoyartunnilin í løtuni.

Eitt ferðsluóhapp er hent í tunnlinum. Av løgregluni eru tey ikki sinnað at upplýsa nakað um, hvat er hent ella nær tunnilin kann væntast at lata uppaftur.

Ferðslan verður millum Suðurstreym og Eysturoynna verður, sum skilst, tí leidd gjøgnum Sundalagið fyribils.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder