Innanlands

Heilsan til Hannebeth Garðalíð, 14.01.2026

Minningarorð

2026-01-16 13:30 Author image
Minningarorð / Útoyggjafelagið
placeholder

Góða Hannebeth

Eg vil vegna meg sjálva og fyri Útoyggjafelagið takka tær so hjartaliga fyri alt tað,
tú hevur verið fyri okkum øll. Takk fyri títt vinsemi og hjartalag, fyri hjálpsemi,
dugnaskap og tolni.

Tú hevur eisini altíð verið klár at rætta eina hjálpandi hond, klár at stuðla, og legði
nógv fyri, tá ið tørvur var á tí. Og ikki minst blíð, skemtilig og við uppá tað - altíð.

Tú trúði uppá, at útoyggjarnar kundu mennast, um bert tað varð arbeitt nóg mikið
fyri tí. Tú sást møguleikarnar, sást hvussu tilfeingið, ið er har, kann gagna og koma
til heiðurs og æru, um tað bert verður handfarið rætt. Altíð klár við loysnum og
hugskotum, og so var tú eisini so sera trúgv ímóti tí, sum tú helt var rætt og
neyðugt.

Tín lutur, góða Hannebeth, hevur ikki ligið eftir. Tú, saman við Magna, hava víst, at
útoyggjarnar hava menningarmøguleikar, og tit hava saman við huga og hond,
arbeitt og virkað fyri hesum. Ja, við hjarta á røttum stað, altíð vinsæl, trúføst og
hjálpsom, alt frá fundum, tiltøkum og stevnum, til handaligar uppgávur eins og
fyriskipan, so hava tit verið tøk.

Nú ert tú farin um sýnina, og eftir er eitt stórt tómt pláss í bygdini, í oynni og
ímillum okkum øll. Eg sjálv og mong við mær vóna, at títt arbeiði og títt hugalag
framhaldandi fer at liva í oynni, til frama fyri framburð og trivnað, og at menningin
heldur fram.

Enn ein hjartans tøkk fyri teg, fitta Hannebeth.

Frá Olgu Biskopstø og Útoyggjafelagnum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder