Edvard Olsen hevur fingið heiðursløn úr Noregi fyri sínar dygdargóðu týðingar av norskum skaldskapi.
Tað er Sokneprest Alfred Andersson-Ryssts fond, sum síðan 1952 hevur latið bókmentaheiðurslønina, grundað á testamenteraða gávu frá sóknarprestinum.
Frá 2019 verður heiðurin annaðhvørt ár latin onkrum, ið hevur gjørt eitt dugnagott arbeiði fyri at styrkja bondini millum Noreg, Føroyar og Ísland.
Heiðurslønin er 10.000 norskar krónur, skrivar forlagið Sprotin.
Í grundgevingini hjá dómsnevndini stendur m.a., at Edvard Olsen hevur umsett nærum 7.000 síður til føroyskt, serliga verk hjá norskum rithøvundum, m.a. Ingeborg Arvola, Roy Jacobsen, Kåre Holt, Morten Strøksnes, Knut Hamsun og Sigrid Undset.
– Umseting er tíðarkrevjandi arbeiði, og tímalønin fyri arbeiðið er lág, ikki minst í mun til ein lítlan bókamarknað sum tann føroyski. Gjøgnumarbeiðaðu og fínu umsetingarnar hjá (Edvard Olsen) gevur føroyskum lesarum lættari atgongd til norskar bókmentir, samstundis sum tær eru viðvirkandi til at tryggja, at føroysk ung hava atgongd til góðar bøkur á føroyskum máli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald