Í dagsins parti setur Karl Weihe alt í verk fyri at fáa onkra av gentunum á hotellunum í song saman við sær.
Tað byrjar í svimjihylinum har sjarmørurin úr Sandavági fyrst roynir eftir Jasmin. Men tá hon ikki tímir er heppið, at partnari hansara, Teresa Ovenberg, tímir.
- Tað kennist ikki væl at vera avvístur av Jasmin, men eg liggi sum eg havi reitt. Eg fríggi við alt nógvum damum her inni. So skjótt Teresa kemur í svimjihylin svimji eg yvir til hana, tí eg eri glaður fyri konufólk, greiðir Karl Weihe frá í brellbitanum frá Viaplay.
Og tá bragdar.
- Karl og eg mussast. Eg veit ikki, um eg hevði væntað tað. Hevði í øllum førum ikki hugsað, at hann fór at mussa meg, men nú mussast vit og tað kennist væl, sigur Teresa Ovenberg.
Hvussu leikur fer hjá damuglaða sandavágsmanninum og havnarkvinnuni seinni, sigur brellbitin omanfyri einki um, men tað sæst í partinum, sum kemur út klokkan 13.
Paradise Hotel sæst á Viaplay. Partar koma út týsdag, mikudag og hósdag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald