Innanlands

Mekaniskur feilur gjørdi at Thor endaði á Tinganesi

Tá garnaskipið Thor kom inn um Molan í týskvøldið riggaði ikki at stýra skipinum sum spakuliga bar við land. Løgreglan ger ikki meira við málið

2026-02-11 07:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Løgreglan ger ikki meira við málið um garnaskipið Thor, sum bar við land á Tinganesi um hálvgum ellivu tíðina í gjárkvøldið.

Eingi tekin eru um, at fýlast kann á skipara ella manning. Tá skipið kom um Molan riggaði ikki at stýra. Tað var ein mekaniskur feilur, sigur løgreglan.

[object Object]

Thor sigldi spakuligt og skiparin kundi sikkurt bakkað skipið aftur, men vildi ikki taka nøkur óráð fyri.

Pressarin fekk skipið leyst aftur og trýsti tað til kei á Vestaru bryggju.

Eingin skaði er komin á skrokkin av hendingini. Skipaeftirlitið er kunnað um málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder