Mentan

Heðin Mortensen setti Menningarnótt í Reykjavík á føroysku sendistovuni

Í sambandi við mentanarnátt í Reykjavík í gjár, setti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu stevnuna á føroysku sendistovuni

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-08-21 16:57 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár var mentanarnátt í Reykjavík – á íslendskum menningarnótt – og føroyski parturin av mentanarnáttina varð skotin í gongd seinnapartin í gjár, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti stevnuna á føroysku sendistovuni.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, legði fyri við at siga, at tað var honum ein heiður at bjóða øllum vælkomin á føroysku sendistovuna í Reykjavík, nú latið varð upp fyri føroyska partinum av Menningarnóttini 2022.

- Tórshavnar kommuna og Sendistova Føroya hava í fleiri ár samstarvað um hetta tiltakið her á Sendistovuni í sambandi við mentanarnáttina. Vit eru fegin um at kunna vera við sum stuðul og samstarvspartur, og mín vón er, at Sendistovan og høvuðsstaðarkommunan í Føroyum eisini framyvir eru við til at geva eitt munagott føroyskt íkast til mentanarnáttina í Reykjavík, segði hann.

- Í góðum samstarvi læra vit íslendingar og føroyingar av hvør øðrum. Ísland og Føroyar eins og høvuðsstaðirnir báðir eru virknir partar í norðurlendskum samstarvi, sum geva mentanarligar eins og aðrar ágóðar. Vit samstarva eisini innan ferðavinnu og á øðrum økjum. Vinalagið verður eisini víst symbolskt við flotta jólatrænum, sum Reykjavík gevur Havnini hvørt ár, og tá sluppin Westward Ho vitjar Íslands strendur.

- Slíkir dagar sum hesir kring menningarnóttina eru enn ein áminning um okkara felagsskap og vinarbond, ið vit til allar tíðir eiga at røkja og nøra, tí einki er so gott sum at trívast millum vinir og grannar, segði borgarstjórin millum annað.

Øll røðan hjá Heðin Mortensen kann lesast her.

Eftir hetta varð farið í Hørpu til konsert, har Herborg Torkilsdóttir, kórið Tarira og bólkurin Hamradun framførdu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder