Innanlands

Hava undirskrivað sáttmála um høvuðsarbeiðstøku av Gamla Skúla

Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági byrjar í september og fer at taka 3 til 4 mánaðir – Kostnaðurin er góðar 911.000 kr.

Mynd: Vága kommuna

Mynd: Vága kommuna

2020-07-10 07:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin undirskrivaði Eyðdis Hartmann Niclasen, borgarstjóri í Vága kommunu, og umboð fyri Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð undir sáttmála um høvuðsarbeiðstøkuna av høvðusumvæling av Gamla Skúla í Sandavági.

Arbeiðið at høvuðsumvæla Gamla Skúla í Sandavági uttan varð boðið út millum lokalar timburmeistarar. Tvey tilboð komu inn og avgjørt var at taka av lægsta tilboðnum.

Tað er eitt samstarv ímillum Sp/f JPH, Sp/f E.P. Smíð og Sp/f Hølck Smíð, ið fekk arbeiðið at høvðusumvæla Gamla Skúla.

Samlaða arbeiðið kemur at kosta góðar 911.000 krónur, sigur Vága kommuna. Arbeiðið byrjar í september og kemur at taka 3 til 4 mánaðir.

placeholder
placeholder