Innanlands

Hava selt 32.000 pakkar av Mini Eggs í tollfríari sølu

Sannur páskafebur hevur verið á tollfríu søluni á flogvøllinum, har sjokulátaeggini eru útseld

2019-04-19 15:32 Author image
Regin Winther Poulsen

- Duty Free handilin á flogvøllinum hevur selt umleið 32.000 pakkar av Mini Eggs í ár. Tað er okkara nógv best selda vøra. 

Tað skrivar Vivian Ole-Jacobsen, sum arbeiðir fyri Atlantic Airways í telduposti til Portalin. Talan er um sjokulátaeggini hjá Cadbury, sum eru útseld, hóast tollfría sølan hevur keypt meira inn av eggunum enn nakrantíð. 

- Vit hava selt umleið 9.000 fleiri pakkar av Mini Eggs í ár samanborið við í fjør, skrivar Vivian Ole- Jacobsen víðari. Hon sigur eisini, at tað eisini spælir inn, at páskirnar fella seint í ár. 

- Men tá skal eisini havast í huga, at páskirnar fella tríggjar vikur seinni í ár, og at nógv fleiri ferðafólk eru farin um flogvøllin í Vágum higartil í ár samanborið við í fjør, sigur Vivian Ole- Jacobsen. 

Portalurin hevur eisini verið í sambandi við Damfar, sum innflytir Cadbury sjokulátu til Føroya. Tey vátta, at sølan er betri enn nakrantíð, men vilja ikki siga, hvussu nógv tey hava selt. 

 

 

placeholder
placeholder