Hava gjørt næstan 52.000 koronukoppsetingar í Føroyum

30.899 fólk hava fingið fyrru koppsetingina og beint undir 21.000 hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Yvir 18.000 skamtir av koppingarevni komu til landið í gjár

951 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

951 fólk vórðu koppsett fyri koronu í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-07 13:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Koppsetingarætlanin í Føroyum heldur, og tað fer at ganga skjótari, nú yvir 18.000 skamtir av koppingarevni komu til landið í gjár. Talan er skamtir av Pfizer-BioNTech, ið Danmark hevur keypt frá Rumenia, ið kortini ikki skuldi brúka tær, tí har er mótsstøðan móti covid-19 koppsetingum so mikið hørð.

Les eisini: Metnógvir skamtir til landið í dag

Í gjár vórðu 951 fólk koppsett fyri koronu í Føroyum.

Beint undir 500 fólk fingu fyrra prikið, og nú hava 30.899 fólk fingið fyrru koppsetingina. Øll hava væntandi fingið í boði fyrstu koppsetingina áðrenn ólavsøku, sambært dagførda kalendaranum.

454 fólk fingu tað seinna, og tað merkir, at 20.993 fólk eru liðugt koppsett fyri korona. Tað er tó framvegis ein møguleiki fyri, at summi skulu hava eitt triðja prik. Hetta hevur júst verið frammi i grannalondunum.

Tilsamans eru 51.892 koppsetingar gjørdar í Føroyum. Fleiri tíðir eru nú tøkar á corona.fo.

Les eisini: Kronutilburðir á Klaksvikar Sjúkrahúsi

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder