Innanlands

Hava funnið ókendan djúpan havstreym

Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island í USA og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum

Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu (Mynd: Sverri Egholm)

Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-27 19:22 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Sjógvur verður køldur í norðurhøvum, og hetta ger, at hann søkkur og síðani fossar suðureftni niðri við botn. Stórur partur av hesum djúpa suðurvenda ráki fer gjøgnum Bankarennuna, sum er eitt djúpt skarð millum Landgrunnin og Føroya Banka. Henda “pumpa” dregur heitan sjógv úr Golfstreyminum og norðureftni fram við Føroyum, og heita rákið elvir til lýggja veðurlagið við okkara leiðir.

Higartil hava granskarar hildið, at djúpi kaldi sjógvurin streymar tætt at føroyska landgrunninum - við klokkuni - áðrenn hann kemur í Bankarennuna. Tó vísir ein nýggj grein í tíðarritinum Nature Communications at stórsti parturin av djúpa rákinum er at finna í smalari strálu eftir hellingini norðanfyri Hetland. Hetta rák hevur tískil sín uppruna longur eystri enn hildið.

[object Object]

Nýggja perspektivið kann hjálpa granskarum betri at skilja broytingarnar í vatnflutningi, hita og saltinnihaldi, sum vit máta í hesum týdningarmikla ráki.

Tað eru, millum annað, nýggjar mátingar frá Norrönu, sum hava avdúkað hesa streymstrálu.

Í samstarvi millum Smyril Line og granskarar úr USA, hevur Norröna havt streymmátara undir botninum í skjótt tíggju ár. Talan er um eitt slag av ekkoloddi, sum brúkar sonevndu “Doppler effektina” (sami háttur sum løgreglan brúkar, tá hon gera ferðmátingar í ferðsluni). Við sera neyvari vitan um ferðina og kósina hjá Norrönu, og hartil vitan um sjóvarfallið, ber til at rokna djúpu streymarnar.

Granskarar á Havstovuni, Sveriges meteorologiska och hydrologiska institut, University of Rhode Island (USA) og fleiri, hava staðið fyri arbeiðinum.

– Havstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder