Innanlands

Hava fingið fráboðan um smærri vindskaðar

Í gjárkvøldið fekk løgreglan nakrar fáar fráboðanir um vindskaðar, men talan var ikki um nakað álvarsamt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-19 10:39 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað hevur verið fitt av vindi í gjár og í nátt, og hetta hevði m.a. við sær, at ein bussur fór av vegnum í Hvalvík, og at ein annar bussur fekk trupulleikar í Vágatunlinum.

Les eisini: Trupult hjá bussum í nógva vindinum

Annars hevur vindurin ikki elvt til nógvan skaða, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin í morgun. Tó hava tey fingið onkrar fráboðanir úr Svínoy og Leirvík um onkrar takplátur, sum fuku í vindinum.

Av Argjum kom eisini ein fráboðan frá fólki um okkurt byggitilfar, sum ikki varð mett nóg væl tryggjað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder