2022-07-13 10:20
Kirkjugarðsleiðin, sum gongur frá Hoyvíkar kirkju og til kirkjugarðin í Hoyvík er nú liðug og verður tikin í nýtslu.
Leiðin er frá komandi kirkjutorginum, til gøtuna sum er bundin í Klingruna við kirkjugarðin í Hoyvík, soleiðis at líkfylgið kann fara beina leið niðan í kirkjugarðin gjøgnum Dalin Langa.
Arbeiðið byrjaði við ársenda 2021, og er nú liðugt.
Nú í morgun kl 11.30 verður hátíðarhald í sambandi við, at leiðin alment verður tikin í brúk.
Tórshavnar kommuna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald