Innanlands

Hátíðarhald í Nólsoy leygardagin

Hátíðarhald í sambandi við at 100 ár eru liðin, síðani listamálarin Steffan Danielsen varð borin í heim

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Faroephoto)

2022-08-31 21:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Leygardagin 3. september klokkan 14 verður hátíðarhald í Nólsoy í sambandi við, at 100 ár eru liðin, síðan listamálarin Steffan Danielsen varð borin í Heim. Minnispláta verður avdúkað og røður og sangur verða.

Tað verður Heðin Mortensen, borgarstjóri, sum bjóðar vælkomin í Krókagøtu í Nólsoy, har Leif Hansen stendur fyri sanginum og Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri og formaður í mentamálanevndini, fer at halda røðu.

Síðan fer borgarstjórin at avdúka minnisplátuna, og aftaná at nólsoyingar hava sungið, bjóðar kommunan ein drekkamunn í Royndarhúsinum.

Ternan siglir til Nólsoyar klokkan 12.30 og innaftur klokkan 16.50.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder