Innanlands

Hasfjord: Ógvuliga óvist nær skaðin kann umvælast

Fyrst ljóðaði at skipið í fyrsta lagið fór at vera aftur í silging mánadagin 30. mai. Bíðað verður framvegis eftir eykalutum til gervið, sum fekk stóran skaða í Skopunar havn 10. mars

Skipið, sum fyri tað mesta siglur við farmi, hevur síðstu tríggjar vikurnar ligið uttanfyri Mest í Tórshavn - sambært Strandferðslurin er tað framvegis rættuliga óvist, nær skaðin kann umvælast. (Mynd: Bjarni Enghamar)

Skipið, sum fyri tað mesta siglur við farmi, hevur síðstu tríggjar vikurnar ligið uttanfyri Mest í Tórshavn - sambært Strandferðslurin er tað framvegis rættuliga óvist, nær skaðin kann umvælast. (Mynd: Bjarni Enghamar)

2022-06-01 13:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri beint yvir trimum vikum vikum síðani fekk Strandfaraskipið Hasfjord eitt traktordekk kom um skrúvuna, tá tað kom inn í Skopunar havn.

Hetta hevði millum annað við sær, at gervið hjá Hasfjord fekk stóran skaða, og tað hevur ikki eydnast at gjørt tað aftur, tí tað er ikki lætt fáa fatur á slíkum eykalutum til gomul skip sum Hasfjord.

Harvið hevur Hasfjord ikki siglt síðani 10. mai og enn er óvist, nær Hasfjord kann koma í sigling aftur, skrivar ssl.fo.

Skipið, sum fyri tað mesta siglur við farmi, hevur síðstu tríggjar vikurnar ligið uttanfyri Mest í Tórshavn - sambært Strandferðslurin er tað framvegis rættuliga óvist, nær skaðin kann umvælast.    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder