Innanlands

Hasfjord í dag - Jósup í morgin

Hasfjord siglir seks túrar aftur og fram seinnapartin og í kvøld. Beint eftir middag í morgin tekur Jósup yvir aftur á Nólsoyarleiðini.

Jósup hevur avloyst Ternuna í fleiri førum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

Jósup hevur avloyst Ternuna í fleiri førum (Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-12-15 14:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Støðan viðvíkjandi siglingini um Nólsoyarfjørð er óstøðug. Ternan er framvegis til 40-ára klassing, og avloysaraskipið Erla Kongsdóttir helt bert í beint yvir trý samdøgur. Seinastu dagarnar hevur farmaskipið Hasfjord, sum bert tekur 12 persónar, tikið sær av siglingini.

Seinnapartin og í kvøld siglur Hasfjord seks túrar. Farmaskipið siglir eisini í morginárini, men síðani fer Jósup aftur í sigling á leið 90. Fyrsti túrurin hjá Jósup um Nólsoyarfjørð hesaferð verður kl. 12:30 av Havnini. Síðani verður siglt eftir galdandi ferðaætlan.

Strandferðslan boðar eisini frá, at um tað viðrar, verður farmatúrur gjørdur við Hasfjord fríggjadagin 18. desember. Eftir ætlan, verður farmatúrur eisini gjørdur í komandi viku.

Her sæst yvirlitið yvir ferðaætlanina restina av degnum og tí vanligu ferðaætlanina.

Les eisini: 
Løgmaður: Akutta støðan hjá Strandferðsluni skal loysast
Sjómenn í Nólsoy: Stór vanlukka kann henda í Nólsoyarfirði

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder