Innanlands

Harmonikusamanstoytur í tysingartíð

Eingin fólkaskaði stóðst av hendingini tá tríggir bilar vóru í ferðsluíhappi á Vegnum Langa í Hoyvík seinnapartin í gjár

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-06-03 08:28 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í tysingartíðini í Hoyvík seinnapartin í gjár brustu tríggir bilar saman. Hetta var á Vegnum Langa, nærhendis frá Flatarvegi, sum gongur niðan móti millum Gilja.

Talan var um ein harmonikusamanstoyt. Bilarnir koyrdu tættir og tá tann fremsti bremsaði fyri einum fótgangara, rendu teir á hvønn annan.

Tríggir bilar fingu skaða av hendingini, men eingin fólkaskaði var.

Nógva ferðslan á strekkinum hesa løtuna var tarnað av óhappinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder