Uttanlands

Harald kongur innlagdur í Oslo

Yvir 94.000 fólk fylgdu við á tænastuni Flightradar24, tá flogfarið við norska konginum lendi í Oslo

Flogfarið við norska konginum lendi í Oslo seint í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Flogfarið við norska konginum lendi í Oslo seint í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2024-03-04 12:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seint sunnukvøldið lendi flogfarið við norska konginum í Oslo, og er hann nú innlagdur á ríkissjúkrahúsinum í norska høvuðsstaðnum.

Norska kongshúsið upplýsir, sambært tíðindastovuni NTB, at 87 ára gamli kongurin skal hava viðgerð og frið í nakrar dagar.

Sunnumorgunin varð boðað frá, at kongurin er sjúkrameldaður í tvær vikur, og at Haakon krúnprinsur tekur sær av uppgávum hansara í hesum tíðarskeiðnum.

Norski kongurin varð í farnu viku innlagdur við infektión í Malaysia, har hann ferðaðist saman við Sonju drotning. Leygardagin fekk hann ein fyribils kvikil - pacemaker - sum skuldi gera heimferð hansara til Noregs tryggari.

Norsku kongshjúnini vórðu flogin heim í einum flogfari hjá SAS. Tað var av slagnum Boeing 737-700 og er bygt til at flyta sjúk og særd fólk.

Sambært Ritzau fylgdu yvir 94.000 fólk við flogfarinum á Flightradar24, tá tað lendi í Oslo stutt áðrenn klokkan 22 okkara tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder