placeholder
Mentan

Hanus G. fær mentanarvirðisløn landsins

Fær heiðurslønina fyri sítt meistarliga tónasmíð og tulkingar av føroyskum yrkingum

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-01-15 19:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkasangarin Hanus G. Johansen fekk í kvøld handað Mentanarvirðisløn Landsins 2019, frá Jenisi av Rana, landsstýrismanni við mentamálum.

Landsstýrismaðurin vísti á, at Hanus er ein úrmælingur og originalur trubadurur, sum hevur havt nógv at týða fyri føroyska mentan og samleika. Hann hevur eitt serligt huglag, sum rakar langt inn í føroysku fólkasálina.

Hegnisliga hevur tað eydnast Hanusi við sínum tónasmíði at kveikja lív í ríka føroyska skaldskapin hjá eitt nú T. N. Djurhuus, Bernardi Brim og Hans J. Glerfoss og hjá norska Jakob Sande. Men ikki minst eru tað yrkingarnar hjá hargaskaldinum Pól F. Joensen, sum Hanus hevur kveikt nýtt lív í.

Hanus er ein framúr vísutulkari á hægsta stigi, sum hevur skapt stóra virðing langt út um landoddarnar, og Hanus eigur tí sítt pláss ikki bara í føroysku vísusiðvenjuni, men eisini tí norðurlendsku.

Hann hevur eisini við sínum tónasmíði og framførslum havt stóran týdning fyri okkara mentanararv, og hevur flutt henda arv víðari til ungu ættarliðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder