Innanlands

Handverkarar settu alarmin í gongd

Tað var roykur, sum var orsøkin til, at alarmurin fór í gongd, tá handverkarar vóru til arbeiðis á Glasi í nátt

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-12 13:29 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Stutt eftir klokkan eitt í nátt fór alarmurin á Glasi í gongd, og hann hoyrdist í vesturbýnum í Havn í umleið hálvan tíma, áðrenn hann varð sløktur.

Løgreglan boðaði í morgun frá, at talan var um falskan alarm, men tað er kortini ikki heilt rætt.

Hóast eingin eldur var í bygninginum, riggaði alarmurin kortini sum hann átti.

Tað var nevniliga roykur, sum var orsøkin til, at alarmurin fór í gongd.

Nakrir handverkarar arbeiddu í bygninginum, og teir høvdu helst skorið í okkurt rør, sum so sendi royk upp í luftina. Tað var hetta, sum var orsøkin, sigur Tummas Pauli av Reyni, átaksleiðari hjá Tórshavnar Sløkkiliði við Útvarpið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder