
Palestinska hernaðarrørslan Hamas leggur Ísrael undir at hava dripið 70 fólk í Gaza leygarmorgunin.
Ísrael hevur ikki viðmerkt fráboðanina, skrivar bretska BBC, sum ikki hevur fingið váttað tíðindini.
Leygarnáttina boðaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu annars frá, at Ísrael var til reiðar at seta fyrsta part av amerikonsku friðarætlanini, sum varð lagt fram herfyri, í verk.
Eisini skrivaðu ísraelskir miðlar, at leiðslan í Ísrael hevði givið boð um at minka um álopini í Gaza. Boðini vóru, at herdeildirnar í Gaza skuldu savna seg um verjuátøk.
Men álopið, sum Ísrael skal hava framt leygarmorgunin sambært Hamas er prógv um, at stjórnin hjá Netanyahu lýgur, skrivar Hamas.
Hamas boðaði herfyri frá, at Hamas var sinnað m.a. at lata ísraelskum gíslum leysar sum liður í amerikonsku friðarætlanini í 20 stigum.
Les eisini: Hamas til reiðar at samráðast
Les eisini: Umboð fyri Ísrael og Hamas hittast í Egyptalandi
Fríggjadagin heitti amerikanski forsetin, Donald Trump eisini á Ísrael um at steðga álopini á Gaza, so gíslarnir kunnu koma trygt heim.
– Hetta snýr seg ikki bert um Gaza men um frið í Miðeystri, sum leingi hevur verið eftirspurdur, skrivaði Trump m.a. á Truth Social sambært Ritzau.
Trump segði eisini, at nýggja friðarætlanin er seinasti møguleikin hjá Hamas.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald