2026-10-08 17:28
Vinnumessan verður við Tjarnir fríggjadagin og leygardagin, og í løtuni eru 60 fyritøkur í gongd við at seta básar upp.
60 fyritøkur hava meldað seg til Vinnumessuna í ár, og fara at vísa sínar tænastur og vørur fram.
Hetta verður størsta sølustevna, sum nakrantíð hevur verið í Føroyum, sigur Adam Andreasen, fyriskipari.
Adam Andreasen, fyriskipari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Í fjør vóru fleiri enn 6500 vitjandi, og í ár verða tað væntandi fleiri, siga fyriskipararnir.
Vinnumessan er ókeypis fyri øll vitjandi, og á skránni verður ymisktu ndirhald fyri bæði vaksin og børn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald