Uttanlands

Hamas til reiðar at samráðast

Hamas er til reiðar at leyslata gíslar sum partur av amerikanska uppskotinum til friðarætlan, sum varð lagt fram í vikuni

Gaza býur (Mynd: EPA)

Gaza býur (Mynd: EPA)

2025-10-04 12:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Palestinska Hamas-rørslan sigur seg vera til reiðar at lata øllum ísraelskum gíslum leysar sum partur av amerikonsku friðarætlanini fyri Gaza og Ísrael.

Tað boðaði Hamas frá fríggjadagin sambært Ritzau.

Hamas sigur seg vera til reiðar at fara undir samráðingar alt fyri eitt gjøgnum meklarar.

Fyrr í vikuni legði amerikanski forsetin, Donald Trump fram friðarætlanina í 20 stigum, og segði hann, at Hamas hevði freist til sunnukvøldið amerikanska tíð at geva eitt svar.

Friðarætlanin snýr seg m.a. um, at Hamas ikki sleppur at vera partur av einari framtíðarstjórn í Gazageiranum, og at alt hernaðarligt infrakervi skal oyðileggjast.

Tað hevur áður verið eitt krav hjá USA og Ísrael, at Hamas skal lata seg avvápna, men í fráboðanini fríggjadagin framgongur ikki, um Hamas er til reiðar at ganga hesum kravinum, sum rørslan áður hevur avvíst, á møti. 

Mousa Abu Marzook, hægtstandandi limur í Hamas, sigur tó við miðilin Al Jazeera, at Hamas ikki fer at leggja vápnini, áðrenn hersetingin av Gaza er av.

Sambært amerikonsku friðarætlanini skal vápnahvíld koma í gildi alt fyri eitt, og ísraelskir gíslar og palestinskir fangar skulu leyslatast. Eisini skal Ísrael stigvíst taka herdeildir sínar úr Gazageiranum.

Hamas sigur, at tey virðismeta arabisku, islamisku og altjóða royndirnar at fáa ein enda á krígnum í Gaza, og at tey, umframt at leyslata gíslar - bæði livandi og deyðar - eru sinnaðir at lata leiðsluna í Gaza frá sær.

Dagførd kl. 12.43

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder