Mentan

Hálsketa úr veðrahorni til Margrethu drotning

Gávuna góvu Vága kommuna og Sørvágs kommuna í felag

(Mynd: Vága kommuna)

(Mynd: Vága kommuna)

2021-07-21 08:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Gávan sum Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu handaði Margrethu drotning, tá hon var á vitjan í Vágum, var ein hálsketa og oyraringar, evnað til úr horni, og eitur Sólja.

Gávan er felagsgáva frá Vága kommunu og Sørvágs kommunu.

ALIA GURLI (Gurli S. Joensen) hevur sniðgivið og framleitt smykkuna. ALIA GURLI framleiðir einfaldar hondgjørdar smúkkur. Smúkkurnar eru gjørdar við tí fyri eyga at gagnnýta føroyska seyðahorni til fulnar.

Íblásturin til gávuna kemur frá sóljuni. Tá Gurli fekk uppgávuna, stóðu sóljurnar í fagrasta blóma. Sóljan er einkul og vøkur, og tá tú hyggur at sóljuni síggja øll bløðini út til at vera eins, men hyggur tú eftir bløðunum hvør ísær er hvørt blað einstakt.

Hálsketan er samansett av føroyskum veðrahorni, formað sum sóljubløð, eingi bløð eru eins og summi løgd við blaðgull.

placeholder
placeholder