Uttanlands

Hallið hjá Ryanair var 7,5 milliardir krónur

Seinasta árið ferðaðust 81 prosent færri ferðafólk við írska lágprísflogfelagnum, men nú tykist vend at vera komin í, og er stjórin sera bjartskygdur um komandi mánaðirnar

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-05-17 19:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Írska lágprísflogfelagið Ryanair hevði seinasta árið eitt hall á 7,5 mia. krónur, vísir roknskapurin hjá felagnum fyri tíðarskeiðið apríl 2020 – apríl 2021.

Orsøkin til hallið er koronafarsóttin og tær ferðaavmarkingarnar, sum vórðu settar í verk.

Í tíðarskeiðnum apríl 2020 – apríl 2021 ferðaðust 27,5 mió. ferðafólk við Ryanair. Tað er 121,1 mió. færri enn árið fyri, skrivar TV2.

Sostatt var talan um 81 prosent færri ferðafólk enn undanfarna árið.

Hóast Ryanair hevur havt stóra afturgongd seinasta árið, er stjórin í flogfelagnum, Michael O'Leary meira bjartskygdur um komandi tíðina.

Fyrst í apríl fekk felagið einar 500.000 bíleggingar, og nú er talið trífaldað, og fær felagið nú 1,5 mió. bíleggingar um vikuna.

– Talið á bíleggingum nú er ein ábending um, at fólk eru meira bjartskygd, og eru vit sera bjartskygd um komandi mánaðirnar, sigur stjórin í Ryanair við BBC.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder