Innanlands

Hálkuóhapp í Eysturoynni í nátt

Í gjár fekk ein bilførari klipp fyri at koyra av skjótt í bygdum øki, og ein varð tikin fyri rúsdrekkakoyring

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-05-10 11:12 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinastu tíðina hevur løgreglan gjørt nógv burturúr at kanna ferðsluna, og í gjár gjørdi løgreglan eisini fleiri málrættað átøk.

Í Saltangará varð kannað, um bilar enn høvdu píkadekk, sum teir ikki hava loyvi at hava eftir 1. mai, men har var einki mál skrivað.

Í Klaksvík hevði løgreglan eitt átak móti rúsdrekkakoyring, men har var heldur einki mál skrivað.

Tó varð ein bilførari tikin fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki í Søldarfirði. Viðkomandi hevði bert loyvi at koyra 50 km/t, men koyrdi 75 km/t. Tað fær hann eitt klipp í koyrikortið fyri.

Seinnapartin í gjár varð ein bilførari eisini tikin, tí illgruni var um, at hann koyrdi ávirkaður av rúsdrekka. Løgreglan fekk eina fráboðan klokkan 17.20 um, at ein bilur koyrdi eitt sindur undarligt, og helst var talan um rúsdrekkakoyring. Løgreglan hevur nú tikið blóðroynd av føraranum.

Bilur gleið í hálkuni

Hóast vit eru komin væl og virðiliga inn í mai, hevur verið fitt av kava seinasta samdøgrið. Í hesum sambandi varð ávarað um hálku, og í nátt var eisini eitt minni ferðsluóhapp í Eysturoynni.

Talan var um ein bil, sum gleið í hálkuni nærindis rundkoyringina við Norðskála. Bilurin gleið í autoverjuna og fekk eitt sindur av skaða. Førarin fekk tó ongan skaða, sigur løgreglan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder