Innanlands

Halda fram at kanna fýrverkssølur

Løgreglan var í Norðurøkinum í gjár – í dag verður farið til Suðuroyar at kanna. Í norðurøkinum var bert talan um smávegis tillagingar, ið skuldu gerast

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-12-30 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Løgreglan var í gjár í Eysturoynni og Norðoyggjum fyri at kanna, um rætt verður farið fram í sambandi við sølu av fýrverki.

Yvirhøvur stóð væl til, sigur vaktleiðarin hjá løgregluni. Onkrar átalur vórðu givnar, men brotini vóru ikki so álvarslig, at talan var um at steingja útsølurnar, leggur hann afturat.

Talan var um smávegis tillagingar, sum skuldu gerast – eitt nú at tey, ið koma at keypa, ikki koma ov nær við fýrverkið, sum verður stillað út, og so var onkur goymslubingja, sum skuldi flytast.

Í dag fara fýrverkseftiransararnir hjá løgreglini til Suðuroyar at kanna viðurskiftini har.

Les eisini: Løgreglan kannar fýrverkssølu

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder