Innanlands

Hagstovan: Gistingarnar nærum trífaldaðust í mai

Gistinæturnar í mai vóru nærum 29.600 – góðar 19.100 fleiri enn í mai 2021, og nú nærkast vit sama støði sum í juli 2021, sum er besti mánaður nakrantíð

Hilton Garden Inn Faroe Islands (Savnsmynd)

Hilton Garden Inn Faroe Islands (Savnsmynd)

2022-06-30 16:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fleiri útlendingar eru aftur farnir at gista á føroysku gistingarhúsunum, meðan talið á føroyingum minkar á gistingarhúsunum.

Tá koronafarsóttin herjaði hava færri ferðast, og tí áttu føroyingar størstapartin av gistináttunum á gistingarhúsunum í hesum tíðarskeiðnum, men nú eru fólk farin at ferðast aftur, og tað sæst aftur við, at føroyingar áttu einans 12 prosent av av gistináttunum í mai 2022 samanborið við góð 50 prosent sama mánað í fjør, skrivar Hagstovan.

Og gistinæturnar í mai vóru nógv fleiri enn í mai í fjør, og nærkast vit sama støði sum í juli í fjør, sum er besti mánaður nakrantíð.

Gistinæturnar í mai í ár vóru 29.586 – gott 19.100 fleiri enn í mai í fjør. Í mai 2021 var talið bert 10.468. Í juli 2021 var talið hinvegin heilt uppi á 31.268.

Gistinætur telja, hvussu nógvir og hvussu leingi persónar gista á gistingarhúsum. Flestu gistingarnar eru í høvuðsstaðarøkinum, og í mai vóru sløk 90 prosent av gistingunum har.

Av gistingunum í mai áttu danir 46 prosent, meðan fólk úr øðrum londum enn Danmark og Føroyum áttu 42 prosent.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder