Innanlands

Hægstirættur á vitjan hjá løgmanni

Í hesum døgum vitja 16 hægstirættardómarar í Føroyum

(Mynd: Løgmaður og Thomas Rørdam, hægstirættarforseti)

(Mynd: Løgmaður og Thomas Rørdam, hægstirættarforseti)

2022-06-13 14:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í hesum døgum vitja 16 hægstirættardómarar í Føroyum. Fyrrapartin vóru teir á vitjan hjá løgmanni úti í Tinganesi.

Løgmaður greiddi teimum frá tí nýggjasta sum er hent á rættarpolitiska økinum í Føroyum, eitt nú um dagførdu rættargangslógina, politilógina, revsislógina og nýggju ætlaninar um at byggja nýtt fongsul í Føroyum.

Eisini tosaði løgmaður um almennu politisku støðuna í Føroyum seinastu árini, eitt nú um fíggjarstøðuna og um almennar útbyggingar.

Løgmaður nýtti høvi til at heita á hægstarætt, um oftari enn higartil at viðgera føroysk hægstarættarmál í Føroyum.

Løgmansskrivstovan

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder