Uttanlands

Hægsta talið á innløgdum síðan 28. mai

Í løtuni eru 110 koronasjúklingar innlagdir í Danmark, men síðan fríggjadagin er talið á nýggjum tilburðum verið í minking

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-09-28 17:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Seinasta samdøgrið eru 18 fólk innløgd við korona í Danmark, og er samlaða talið á koronasjúklingum, sum eru innlagdir í løtuni, nú 110, upplýsir Statens Serum Institut.

So nógvir sjúklingar hava ikki verið innlagdir í senn síðan 28. mai.

Tilsamans hava 3.186 koronasjúklingar verið innlagdir í Danmark

Seinasta samdøgrið hevur Danmark eisini skrásett 435 nýggir tilburðir, og eru sostatt 27.072 tilburðir staðfestir í Danmark síðan smittan breyt út fyrst í hesum árinum. Tilsamans eru 649 deyð við korona í Danmark. Eingi andlát eru tó skrásett seinasta samdøgrið.

Viggo Andreasen, lektor og farsóttargranskari á universitetinum í Roskilde, granskar í framrokning av farsóttum, og sambært Ritzau, heldur hann, at donsku tølini frá vikuskiftinum eru jalig.

Fríggjadagin skrásetti Danmark 678 tilburðir, sum var hægsta økingin, Danmark nakrantíð hevur skrásett undir hesari farsóttini, og síðan tá hevur talið á nýggjum tilburðum verið í minking.

Tað er ein ábending um, at mann kanska er við at fáa tamarhald á støðuna, og at kurvan gerst flatari, sigur hann.

placeholder
placeholder