placeholder
Innanlands

Guds signing ella El Nino

Eg trúgvi meiri uppá, at góði fiskiskapurin, er Guds signing, enn tilvild ella ávirkan av El Nino, sigur Jón Rubeksen

Jón Rubeksen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jón Rubeksen (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-09-30 08:21 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

- Eg trúgvi meiri uppá, at góði fiskiskapurin, er Guds signing, enn tilvild ella ávirkan av El Nino. Og um tað eru fleiri orsøkir, so tekur tað einki frá signing Guds, sigur skiparin á Volunteer, Jón Rubeksen.

Volunteer hevur síðstu tíðina gjørt fleiri góðar túrar. Næstsíðsta túrin avreiddu teir 54.000 pund á hálvu fjórðu setu; og síðsta túr fingu teir 33.000 pund á 5 setum. Tá fingu teir eina góða setu vestanfyri og máttu vegna veður fara eysturum, har minni er at fáa.

- Prísurin hevur eisini verið góður. Fyrra túrin fingu vit uml. 20 kr. kilo í miðal; og síðsta túr næstan 21 krónur kilo, sigur Jón Rubeksen.

Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

- Tað hevur verið væl meiri fiskur inni á grunninum í ár enn undanfarnu ár, og so eru vit ikki enn komin til bestu fiskitíð. Vestanfyri hevur bæði verið væl av toski og hýsu at fingið, og støddin hevur verið góð. Eystanfyri hevur verið minni at fingið av toski; men nógv av smáari hýsu. So tað sær ikki so galið út, sigur ein vælnøgdur Jón Rubeksen.

Sjey mans eru við Volunteer, sum vanliga avreiðir á Toftum ella á Eiði.
Skiparin var blíður við sjómanstrúboðarin, sum vitjaði umborð í gjárkvøldið.

Tíð var bæði til prát, drekka, Guds orð og bøn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder