Innanlands

Guðrið rættar Mette: Færøerne findes

Video: Føroyar síggjast ikki á kortinum frá danska uttanríkisráðnum í sambandi við upplatingina

2020-06-02 11:20 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

15. juni letur Danmark upp fyri ferðafólkum úr Noreg, Íslandi og Týsklandi. Men Føroyar vórðu ikki nevndar á tíðindafundinum hjá danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, fríggjadagin í seinastu viku.

Tí eggjar Visit Faroe Islands nú føroyingum og øllum øðrum, ið hava havt góðar ferðaupplivingar í Føroyum, at hjálpa við at fáa Føroyar á heimskortið, nú danska stjórnin hevur gloymt okkum.

 - Vit hugdu við spenningi eftir tíðindafundinum hjá Mette Frederiksen í seinastu viku og løgdu skjótt merki til, at Føroyar ikki vórðu nevndar sum eitt av londunum, sum danir kunnu ferðast til eftir 15. juni. Fleiri danskir miðlar gloymdu eisini Føroyar í sínum tíðindaflutningi. Nú vilja vit bara minna danir á, við einum stuttligum priki, at Føroyar eru til, og at danir eru vælkomnir til Føroyar í summar, sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Visit Faroe Islands.

Visit Faroe Islands vil eggja øllum føroyingum í Føroyum, Danmark og aðrastaðni at fáa Føroyar aftur á heimskortið við at deila myndir úr Føroyum á sosialu miðlarnunum, at nýta #FærøerneFindesFaktisk og at frámerkja @Mette Frederiksen.

 Endamálið er at vísa á tað fantastiska, ið Føroyar kunnu bjóða sum ferðamál.

 

placeholder
placeholder