Uttanlands

Guðrið Poulsen skal gera minnismerki í Fuglafirði

Minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong skal standa í Miðstaðarlundini

Guðrið Poulsen, listakvinna, t.h., her avmyndað í Miðstaðarlundini saman við stigtakarunum Anna Mette Greve Klemensen og Poulinu Abrahamsen

Guðrið Poulsen, listakvinna, t.h., her avmyndað í Miðstaðarlundini saman við stigtakarunum Anna Mette Greve Klemensen og Poulinu Abrahamsen

2020-12-15 10:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður Guðrið Poulsen, sum skal gera minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong. Minnismerkið skal reisast í Miðstaðarlundini í Fuglafirði.

Um allan heim eru kvinnur – bæði nú og í farnum tíðum – deyðar í samband við barnsburð. Hetta er eisini galdandi her hjá okkum í Føroyum, har ferðasambandið heilt til okkara dagar gjørdi tað trupult at heinta bráfeingis hjálp, tá ið truppulleikar stóðust undir føðing. Flestu familjur kunnu siga frá kvinnum, sum eru deyðar í barsilssong, og hvussu hetta hevur nívt og ávirkað søgu teirra í ættarlið. Tíðirnar eru broyttar, eisini í Føroyum, sum í dag er eitt nýmótans samfelag; men søgurnar um deyðu kvinnurnar hava verið við til at mynda fólk okkara og eru verdar at minnast.

Hugskotið til minnismerkið spratt á allahalgannadegi í 2018, og síðani fóru fyrireikingarnar í gongd og tíðliga í vár varð uppgávan boðin út. Stigtakarar eru Anne Mette Greve Klemensen, sóknarprestur, Poulina Abrahamsen, ljósmóðir, og Brynhild Næs Petersen, mentanararbeiðari.

Nú kunnu fyrireikararnir saman við umboðum fyri Listafólkasamband Føroya og Fuglafjarðar kommunu avdúka, at tað verður leirlistakvinnan Guðrið Poulsen, sum nú fer at arbeiða víðari við sínum uppskoti og gera minnismerkið at geva ofta burturtagdu søgunum um tær, ið doyðu í barsilssong eitt jarðfast og sjónligt minni.

Um uppskotið sigur listakvinnan millum annað:

”Súlan er í byggilistini eitt berandi element. Uttan berandi súluna detta hæddirnar oman yvir okkum. Uppskotið til minnismerkið yvir kvinnur deyðar í barsilssong, er ein súla, sum myndar abstrakta vavið av eini kvinnu, tað ítøkiliga plássið, sum kvinnan hevur/hevði í verðini. Súlan stendur beint niður á grassvøllin, sum ein bulur millum træbularnar í lundini kring kirkjuna. Standmyndin er ein abstraktión upp ímóti tí hvíta kirkjuskjøldrinum. Demokratisk (red. víttfevnandi), skilt á tann hátt, at hon er ein gestaltur ímillum okkum, á jøvnum føti við okkum, uttan sokkul. Súlan er stoypt í bronsu.”

Fuglafjarðar Kommuna hevur víst fíggjarliga vælvild við góðum triðingi av teimum 700.000 krónunum, sum standmyndin fer at kosta. Eisini hevur kommunan peikað á eitt øki í Miðstaðarlundini til endamálið.

Miðstaðarlundin hýsir frammanundan felagsítriv, so sum felagssang, spæl, gudstænastur og konsertir allar tíðir av árinum, og ynskið er júst, at minnismerkið skal vera har gerandislívið í býnum verður livað – tað lívið, kvinnurnar, sum doyðu í barsilssong, ikki fingu møguleika at vera partur av.

Tað ber til at stuðla minnismerkjunum við at flyta pengar á kontu í Norðoya Sparikassa.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder