placeholder
Innanlands

Grótverjan á Oyrunum skal leingjast

Sáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og byggifelagið RTS

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-06-29 20:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Á bygdaráðsfundi í vikunisamtykti bygdaráðið í Nes kommunu at taka av lægsta tilboðnum, sum RTS átti, at leingja grótverjuna í Oyrunum áleið 80-90 metrar.

Grótið verður útvegað úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og nøgdin er umleið 38.000 rúmmetrar. LBF og Terra eru ráðgevarar. LBF hevur gjørt projekteringsarbeiðið og fer at hava eftirlitið, meðan Terra útvegar neyðug loyvi, skrivar Nes kommuna á heimasíðuni.

Í innbodnari lisitatión hevur LBF fingið tríggjar arbeiðstakarar at geva tilboð. Tilboðsgevararnir vóru J&K Petersen, Articon og RTS.

Tilboðsgevararnir góvu tvey tilboð hvør. Tilboð A, sum umfatar arbeiðið at gera grótverjuna í Oyrunum við at spreingja grót úr bakkanum norðan fyri Saltsøluna, og tilboð B, sum umfatar at taka ímóti og leggja grót frá møguligu íbúðarverkætlanini á Regnavegnum. Við tí grótinum, sum er mett til 60.000 rúmmetrar, ber til at leingja grótverjuna áleið 100 metrar afturat. Tilboð B verður ikki sett í verk, fyrr enn vissa er fingin fyri, um íbúðarverkætlanin á Regnavegnum verður framd.

Í dag varð sáttmálin undirskrivaður við RTS. Fyri Nes kommunu undirskrivaði Súni í Hjøllum, borgarstjóri, meðan Svend Lamhauge undirskrivaði fyri RTS. Sáttmálaupphæddin er áleið 8 milliónir krónur. Harafturat skal kommunan gjalda fyri trygging, ráðgeving og eftirlit.

Arbeiðið byrjar eftir ætlan seinnapartin í august, og tað skal verða liðugt tíðliga komandi vár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder