Innanlands

Grót rapaði á vegin í Kunoy

Og á einum vegateini millum Fuglafjørð og Gøtudal mátti vegabreytin vaskast eftir at olja var likin úr einum tangabili

Ikki var koyrandi til og úr Kunoyarbygd eitt skiftið í gjárkvøldið orsaka av rapaðum gróti (Mynd: Google)

Ikki var koyrandi til og úr Kunoyarbygd eitt skiftið í gjárkvøldið orsaka av rapaðum gróti (Mynd: Google)

2026-01-22 07:55 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Um 20 tíðina í gjárkvøldið varð boðað frá, at grót var rapað oman á landsvegin millum Kunoyarbergholið og Kunoyar bygd, og vegurin mátti steingjast eina løtu.

Boð vórðu send til landsverk, sum kom við maskinum at rudda vegin, so tað aftur var koyrandi til og úr Kunoy.

Fyrr á degnum fekk Landsverk eisini boð um at koma at vaska eitt vegastrekki millum Fuglafjørð og Gøtudal. Tað vísti seg, at olja var likin úr einum oljubili, orsaka av einum tekniskum feili.

Talan var um so mikið nógva olju, at vegurin mátti vaskast, upplýsir vaktleiðarin á politistøðini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder