Innanlands

Grønlendsku kajakkirnar flotaðar

Tær fyrstu kajakkirnar, sum vórðu smíðaðar á skeiði hjá Tórshavnar Kvøldskúla um páskirnar vórðu flotaðar hóskvøldið

Ása Ósá og Hákun Steingrímsson tóku fyrsta túrin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Ása Ósá og Hákun Steingrímsson tóku fyrsta túrin (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2022-06-04 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrstu grønlendsku kajakkirnar, sum vórðu smíðaðar á skeiði hjá Tórshavnar Kvøldskúla um páskirnar, vórðu flotaðar í dýradarveðri í Álakeri hóskvøldið.

Í alt eru fimm grønlendskar kajakkir smíðaðar, og tvær vórðu flotaðar hóskvøldið.

Rógvararnir, sum fóru fyrsta túrin, eru Ása Ósá og Hákun Steingrímsson, skrivar Tórshavnar kommuna.

Grønlendsku kajakkirnar eru millum hálvan sætta og hálvan sjeynda metur til longdar og viga á leið 28 kilo hvør.

Rógvaranir lata væl at grønlendsku kajakkini, um enn eitt sindur av venjing skal til fyri at kenna seg tryggan, skrivar heimasíðan hjá kommununi.

[object Object]
(Mynd: Tórshavnar kommuna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder