
Í dag, seinnapartin, fingu grønlendskar kvinnur, ið hava verið fyri órætti í sonevnda snyrilsmálinum, eina almenna danska umbering frá danska statsministeranum. Hetta hendi á einum tiltaki í Katuaq mentanarhúsinum í Nuuk.
- Eg biði um umbering fyri tann órætt, ið er gjørdur móti tykkum. Tí tit vóru grønlendingar, segði Mette Frederiksen millum annað í dag.
Og hon helt fram:
- Orsaka fyri tað, ið varð tikið frá tykkum. Og fyri pínuna, sum tað elvdi til.
- Vegna Danmark. Orsaka.
Hesin órættur helt fram eftir at Grønland í 1992 tók heim umsitingina av heilsuøkinum í nøkrum ávísum førum.
Tí hevur grønlendska landsstýrið, Naalakkersuisut, eisini viðgingið sína ábyrgd, sum Jens-Frederik Nielsen, landsstýrisformaður eisini bað um umbering fyri.
- Orsaka. Eitt lítið orð, ið hevur stóra meining. Um ein vil taka ímóti umberingini, segði hann í røðu síni.
- Vegna Naalakkersuisut biði eg um umbering til tær ungu kvinnurnar, sum hava uppliva henda órætt, ið varð víðariførdur eftir at heilsuøkið varð heimtikið, segði landsstýrisformaðurin.
(Mynd: EPA)
Fyrr í mánaðinum kom danska innanríkis og heilsumálaráðið við eini frágreiðing í snyrilsmálinum. Her kom fram, at minst 4.070 grønlendskar gentur og kvinnur høvdu fingið snyril ísettan við endan av 1970.
Fleiri grønlendskar kvinnur hava síðan verið frammi og greitt frá, at snyrilin var ísettur uttan teirra vitan ella at tær heilt skiltu, hvat hendi.
143 kvinnur, sum móti egnum vilja fingu snyril ísettan, stevndu í fjør Danmark fyri brot á mannarættindini. Kvinnurnar kravdu endurgjald á tilsamans 43 milliónir krónur.
Danmark hevði ábyrgdina av grønlendska heilsuverkinum fram til 1992.
Danska stjórnin hevur boðað frá, at tey eru til reiðar at stovna ein sáttargrunn, sum skal geva grønlendingum endurgjald, sum eru eru viðgjørdir órættvíst, tí teir eru grønlendingar – eitt nú kvinnurnar í snyrilsmálinum, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald