2022-06-22 22:35
Nú byrjar arbeiðið at gera viðarlundina á Argjum, og í hesum sambandi bjóðar Tórshavnar kommuna øllum borgarum í økinum at vera við til ein arbeiðsdag, har viðurlundin verður gróðursett.
Tað verður leygardagin 25. juni.
Dagurin fer at byrja við kaffi og onkrum afturvið í skúlanum á Argjahamri klokkan 10. Síðani verður farið út á økið at gróðurseta, skrivar Tórshavnar kommuna.
Kommunan heitir í hesum sambandi á fólk um at taka egnan spaka við.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald