Innanlands

Grindin verður hildin til í Sandavági nú

Talan er um umleið 100 hval. Tað hevur higartil gingið skjótt og væl

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2021-07-07 10:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um átta-tíðina í morgun varð grind funnin vestanfyri Koltur. 

Hon er síðani rikin til Vágar. Avgjørt varð at fara inn á Sandavág, har grindin í løtuni verður hildin til.

Les eisini: Grind funnin vestanfyri Koltur

Nógv fólk er til staðar, og tað hevur sum skilst gingið skjótt og væl við drápinum. 

Sagt verður á staðnum, at áleið 100 hval eru í bólkinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder