Innanlands

Grindin býtt í drápspartar

77 hvalir vóru dripnir í Sandavági fyrrapartin. Grindin er 567 skinn og verður býtt í drápspartar. Seðlarnir koma út klokkan 18

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-07-07 15:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Seðlarnir frá grindini, sum í morgun var funnin vestanfyri Koltur, og sum sutt fyri klokkan 11 varð hildin til í Sandavági, koma út klokkan 18.

Tað verður á bryggjuni í Miðvági.

Grindin taldi 77 hvalir sum eru tilsamans 567 skinn, upplýsir Finnbogi Midjord.

Býtt verður í drápspartar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder