Innanlands

Grindaskeið verður um eina viku í Løkshøll

Undirvíst verður í at nýta mønustingara. Fyri at hava loyvi til at avlíva hval er neyðugt við grindaskeiði og loyvisprógvi

Skeiðið verður hósdagin 9. juni í Løkshøll í Runavík, Tað byrjar klokkan 19, tað er ókeypis, og neyðugt er ikki við tilmelding (Mynd: Sverri Egholm)

Skeiðið verður hósdagin 9. juni í Løkshøll í Runavík, Tað byrjar klokkan 19, tað er ókeypis, og neyðugt er ikki við tilmelding (Mynd: Sverri Egholm)

2022-06-02 20:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Um ein skal luttaka í í grindarakstri og grindadrápi, sum vanligt, krevst ikki grindaskeið.

Tað ger tað tó, um ein skal hava loyvi til at avlíva hval. Tá krevst grindaskeið og loyvisprógv.

Hetta er sambært grindakunngerðini, ið kann lesast her.

Fiskimálaráðið og onnur skipa inn í millum fyri grindaskeiðum og eitt slíkt verður um eina viku, hósdagin 9. juni.

Tað verður í Løkshøll í Runavík, og talan er um undirvísing í brúki av mønustingara. Skeiðið byrjar klokkan 19, tað er ókeypis, og tað er ikki neyðugt við tilmelding, skrivar fisk.fo.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder