Innanlands

Grind funnin vestan fyri Koltur

Talan er um 100 hval ella so. Tað sigur sýslumaðurin Finnbogi Midjord. Grindin verður í løtuni rikin til Vágar

2021-07-07 09:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein grind á umleið 100 hval varð í morgun funnin vestan fyri Koltur. Hetta var fyri umleið einum tíma síðani.

Hetta upplýsir sýslumaðurin Finnbogi Midjord fyri jn.fo, in.fo og KVF. 

Bátar eru í løtuni í gongd við at reka grindina móti Vágum.Helst verður hon hildin til í Sandavági - møguliga á Miðvág.

Heimasíðan jn.fo skrivar, at fýra bátar eru komnir til grindina.

Tvey grindadráp vóru fyri tíggju døgum síðani, 27. juni. Ein varð hildin til í Leynum og ein í Hvannasundi.

Dagført: 09.33




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder