Innanlands

Grein um proteindrykkir og venjing til skurðsjúklingar við føðslutroti

Úrslit frá ph.d.-verkætlan hjá Poulu Patursson um føðslutrot hjá skurðsjúklingum er almannakunngjørd í grein í tíðarritinum Nutriens

Kanningin, sum greinin byggir á, gekk fyri seg á G4/A3 á Landssjúkrahúsinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Kanningin, sum greinin byggir á, gekk fyri seg á G4/A3 á Landssjúkrahúsinum (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-06-29 16:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Úrslit frá ph.d.-verkætlan hjá Poulu Patursson um føðslutrot hjá skurðsjúklingum er almannakunngjørd í grein í tíðarritinum Nutriens.

Í greinini verður kanning um proteindrykkir og venjing til skurðsjúklingar við føðslutroti lýst, og úrslitini verða løgd fram.

Í kanningini, sum gekk fyri seg á G4/A3 á Landssjúkrahúsinum, luttóku 45 sjúklingar í aldrinum 37-74 ár. Kanningin vardi í átta vikur, skrivar Granskingarráðið á heimasíðuna.

Sjúklingarnir vóru býttir í tríggjar bólkar: Ein bólkur fekk proteindrykkir og kostráð, ein bólkur fekk proteindrykkir og venjing, meðan triði bólkurin, sum var kontrolbólkur, fekk vanliga viðgerð á deildini. Sjúklingarnir vandu hjá Bjartur Bernhardson Thomsen í fysioterapiini.

Úrslitini benda á onkrar ágóðar frá venjing og kosti hjá skurðsjúklingum við føðslutroti, eitt nú í mun til pínu; tó vísa úrslitini ikki týðandi munir í støðuni hjá ymsu bólkunum

Greinin ber heitið "Effects of Postdischarge High-Protein Oral Nutritional Supplements and Resistance Training in Malnourished Surgical Patients: A Pilot Randomized Controlled Trial", og hon kann frítt lesast her.

Høvundarnir eru Poula Patursson, Grith Møller, Bjartur Bernhardson Thomsen, Eyðfinnur Olsen, Jann Mortensen, Guðrið Andorsdóttir, Magni Mohr og Jens Rikardt Andersen.

[object Object]
Poula Patursson og starvsfelagar á G4 (Mynd: Gransking.fo)

Kanningin er partur av ph.d.-verkætlanini hjá Poulu Patursson, sum kallast "Malnutrition in surgical patients in the Faroe Islands: Screening and post-discharge nutrition and resistance training".

Verkætlanin er stuðlað av Sjúkrakassagrunninum, skrivar Granskingarráðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder