Innanlands

Grasagarður letur aftur í morgin - stongt verður í yvir seks vikur

Í sambandi við verkætlanina at gera nýggja spæliplássið í Grasagarði, so verður Grasagarður stongdur av frá fríggjadegnum 3. juni. Latið verður eftir ætlan upp aftur áleið eina viku áðrenn ólavsøku. Metti kostnaðurin fyri verkætlanina er slakar seks milliónir krónur

Fundur hevur verið við Javna, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni. AFRY skal ljósseta Grasagarð, soleiðis at spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

Fundur hevur verið við Javna, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni. AFRY skal ljósseta Grasagarð, soleiðis at spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini (Mynd: Ólavur Frederiksen/Faroephoto)

2022-06-02 18:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Grasagarður er einasta veruliga almenna kommunala spæliplássið í Tórshavn, og ynskið er tí, at tað skilur seg burturúr í mun til spælipláss á dagstovnunum og úti í eigarafeløgunum.

Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari í samband við, at Grasagarður nú skal dagførast, sambært einum heildaruppskoti ið er tilevnað.

Seint í fjør varð peningur játtaður til endamálið, men tað bar ikki á mál at finna fram til eitt endaligt heildaruppskot frá veitaranum. Verkætlanin at skipa og gera nýtt spælipláss í Grasagarði varð tí boðin út alment - sum ein heildararbeiðstøka, og fevnir verkætlanin um allar tilfars- og arbeiðsveitingar í sambandi við skipan og gerð av spæliøki í Grasagarði sambært heildaruppskoti.

Tórshavnar kommuna boðar frá, at seks tilboð komu inn, og at metti kostnaðurin fyri verkætlanina var 5,72 milliónir.

- Herfyri kunngjørdi umsitingin, at spæliplássið skal gerast bæði forvitnisligt, nýskapandi og øðrvísi í mun til tað klassiska spæliplássið við siðbundnu spæliútgerðini, sum somuleiðis er í samsvari við tilráðingarnar í barna- og ungdómspolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu.

Fundur hevur verið við Javna, har víst varð á teirra sjónarmið í sambandi við spæl og atkomu fyri børn við rørslutarni. Heimasíðan torshavn.fo skrivar, at vinnandi uppskotið er sera fevnandi fyri øll, bæði í mun til atkomu og spæl á øllum økinum, men nakrar smávegis tillagingar kunnu gerast í tilgongdini fyri at fáa Grasagarð enn betur fyri førleikaskerd børn/ung.

Fundur hevur somuleiðis verið við fyritøkuna AFRY um at ljósseta Grasagarð, soleiðis at spæliøkið eisini er innbjóðandi í myrku tíðini. Sáttmáli er gjørdur við Arta/Grønt & Grátt um verkætlanina, skrivar torshavn.fo at enda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder