Innanlands

Granskarar ávara móti superbakteriu

Granskarar hava funnið eina bakteriu, sum er resistent yvirfyri øllum kendum antibiotika

(Mynd: Colourbox)

(Mynd: Colourbox)

2018-09-04 08:54 Author image
Oda Strøm
placeholder

Granskarar frá University of Melbourne ávara nú, tí ein bakteria er funnin, sum er resistent fyri øllum kendum antibiotika, og kann vera atvold til álvarsligar infektiónir og enntá deyðsfall.

Granskararnir hava funnið trý sløg av multiresistentu bakteriuni í royndum frá 10 ymsum londum - m.a. eisini evropeiskum londum, men tað er ikki upplýst, hvørji lond talan er um. Tað skrivar Ritzau. 

Bakterian eitur Staphylococcus epidermidis (stafylokokkar) og er í familju við tí kendu MRSA-bakteriuna. 

- Hon kann vera drepandi, men hon finst sum oftast hjá persónum, sum í forvegin eru øgiliga sjúk og innløgd á sjúkrahúsi, sigur Ben Howden, stjóri á mikrobiologiska laboratoriuminum á Melbourne University.

Toymi hansara av granskaranum hevur kannað fleiri hundrað royndir av Staphylococcus epidermidis frá 78 sjúkrahúsum kring heimin. 

Heimsheilsustovnurin WHO hevur leingi ávarað um, at yvirdrivin nýtsla av antibiotika kann elva til nýggjar multiresistentar bakteriur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder