2025-12-06 13:01
Tað eru nøkur ár síðan seinast, men í gjár kom bólkurin Grandma's Basement út við nýggjum lagi.
Talan er um eitt jólalag, ið hevur fingið heitið "Brúnasós og Taffel Chips".
– Ein heftigur Jólasangur, har vit seta orð á hvat jólini VERULIGA snúgva seg um, siga teir í Grandma's Basement.
Grandma's Basement er úr Klaksvík og er m.a. kendur fyri løgini "Hon fær ongantíð nokk", "Renna nakin" og "Sýrahøvd".
Í bólkinum eru Jón Jacobsen, Hans Andrias Jacobsen, Rógvi Olsen, Jóannes Viðbjørg, Símun í Heimustovu, og Thorvald Danielsen.
Nýggja sjónbandalagið sæst omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald