Mentan

Grafikkur og foto í Gallarí Havnará

Nýggj framsýning læt í gjár upp í Gallarí Havnará. Tað eru Jóna Rasmussen, Astri Luihn og Ingi Joensen, ið sýna fram

2022-10-09 16:53 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 8. oktober letur nýggj framsýning upp í Gallarí Havnará, tað eru Jóna Rasmussen, Astri Luihn og Ingi Joensen, ið sýna fram. 

Hugskotið til framsýningina hevur sín uppruna í livandi listaumhvørvinum í Finsen, sum LisGraFo heldur til. Framsýningin er partur av trimun framsýninginum sum verða í Norðurlandahúsinum, Perluni og í Gallarí Havnará, við heitinum "Spor, ið verður til".

Meðan Astri og Jóna í løtuni eisini gera vart við seg á grafisku framsýningini "Spor, ið vera til" í Norðurlandahúsinum, er Ingi Joensen seinnu árini mest kendur fyri sínar hugtakandi listafotomyndir. Hann er tó sprottin úr tí grafiska, og má metast sum the grand old man innan grafisku lýsingavinnuna. 

Jóna er sjálvlærd grafisk listakvinna, og hevur í nógv ár undirvíst í grafikki. Astri Luihn er fjøllistakvinna, ið m.a. er kend fyri sínar hugtakandi dekoratiónir av bygningum. 

Forvitnisliga blandið millum hesi trý fjøllistafólk Astri, grafiska snillingin Jónu og myndamannin Inga er í løtuni við at taka skap á veggjunum í Gallarí Havnará. 

Framsýngin er søluframsýning og verður opin hvønn dag frá 16 til 18.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder